| Name: | Jógvan S. Heinesen |
|---|---|
| City: | Tórshavn |
| Country: | Faroe Islands |
| Membership: | Adult Member |
| Sport: | Football/Soccer |
Hendan venjingin hevur til endamál at læra leikarnar uppspæl undir høgum trýsti. Hon er fysiskt og taktiskt krevjandi.

See the guidance at the top of this page to understand why you are not seeing interactive Football/Soccer images.
|
Technical Fyrstunerting |
|
Tactical Gera seg kláran til móttøku |
|
Physical Lág-aerob |
Lýsing
1) Leikari B flytir seg úr markeringini og fær eina avlevering frá leikara A
2) Leikari B ger eina rættningsbestemta fyrstunerting og spælir bóltin til Leikara C
3) Leikari C ger eisini eina rættningsbestemta fyrstunerting og fer við bóltinum
Fokuspunktir
- Harðar avleveringar
- Skapa vinkul til næstu avlevering
- Leikarnir skulu royna í mesta mun at temja bóltin við beininum longst frá tí kunstiga verjuleikarnum

See the guidance at the top of this page to understand why you are not seeing interactive Football/Soccer images.
|
Technical Fyrstunerting undir høgum trýsti |
|
Tactical Vinkul á móttøku |
|
Physical Há-aerob |
Lýsing
Hettar er eitt possession spæl við 8 ímóti 4 leikarum. Fýra av teimum leikarum eru bandar. Tað verður deilt upp í 3 partar.
- Lið 1 skal halda upp á bóltin. Um liðið missir bóltin, skal tað beinanvegin seta eitt genpress í gongd og halda hitt liðið frá at skora mál
- Lið 2 skal pressa. Vinnur liðið bóltin, skal tað royna at skora ein av fýra málum
- Lið 3 er bandi og skal samspæla við lið 1.
Hvørt lið hevur 2 min inni á vøllinum.
Fokuspunktir
- Kvalitet á fyrstunerting undir trýsti
- Vinkul á móttøkuni
- Genpress

See the guidance at the top of this page to understand why you are not seeing interactive Football/Soccer images.
|
Technical Fyrstunerting, vending og avlevering |
|
Tactical Flytingar |
|
Social Halda avtalur |
Lýsing
Hettar er ein taktisk venjing við eyga fyri uppspæl undir høgum trýsti. Byrjað verður frá málverja. Liðið við bólti skal royna at koma yvirum linjuna sum er markera við keylum, eitt genpress skal setast í gongd beinanvegin um tað missur bóltin.
Mótstøðuliðið skal royna at seta eitt høgt trýst á, vinnur tað bóltin skal tað royna at skora.
Fokuspunktir
- Fyrstunerting
- Skapa pláss og vinkul
- Halda avtalur

See the guidance at the top of this page to understand why you are not seeing interactive Football/Soccer images.
|
Physical Há-aerob, kann nærkast anaerob |
Lýsing
Intervalvenjing 3 vs 3. Liðini verða deild upp í 4 partar. Skorar tað eina liðið, skal tað byrja aftur frá málverja í tí skorandi liðnum.
Intervalini eru 1 min at gangin og 1 min hvíld
Fokuspunktir
- Taka skjótar avgerðir
- Umráðandi at fyrstanertingin er av góðum kvaliteti
- Spælarnir verða settir undir stórum trýsti
Fysiskt
Leikarnir verða settir undir stórum trýstið. Leiktíðini er 60 sek at gangin við høgum intensiteti. Við at samlaða leiktíðin er 20 min, fær hvørt lið 10 min í effektivari arbeiðstíð.
Um intensiteturin er hildin høgur allatíð, lýkur tað eisini krøvini fyri anaeroba toleransevenjing
© Copyright 2022 Sport Session Planner Ltd.
Developed with Partnership Developers, a division of Kyosei Systems.
Animation Controls (PCs, Macs, Laptops):
Play animation
Play step-by-step
Repeat (toggle)
Full Screen
Pause
Stop
Back/Forward: Drag timeline button
Sirkulvenjing (15 mins)
Lýsing
1) Fyrstu 5 min verða nýttir til at gera ymiskar rørslur uttan bólt. Runnið verður rundan um sirkulin.
2) Leikarir í miðjuni skulu avlevera út til síðurnar og skifta pláss, sum tekur bóltin víðari á miðjuna fyri at gera nýggja avlevering til annan leikara
Fokuspunktir
- Leikarnir skulu fáa føling av bóltinum við smáum nertingum áðrenn formellu og funktionellu øvilsum
- Ein partur av øvilsi eru harðar avlevering. Fyrstanertingin av móttøkuni skal í mesta mun skapa ferð á dribblingina út á miðjuna
- Leikarnir renna út aftur við yvirblikk á miðjuna